Tá ið tokan lættir av

Ira David SankeyVictor Danielsen
Orð: Annie Herbert Barker
Lag: Ira David Sankey
Týtt: Victor Danielsen

1. Tá ið tokan lættir av, og gyltu heyggjar stíga hátt,
tá ið sólin gyllir lívsins á, og burtur er øll nátt,
tá ið uppfylt er hvørt lyfti, okkum Faðirin gav her –
áh, vit skulu kennast betur, tá ið tokan horvin er!

Niðurlag: Kend, vit skulu kennast tá,
saknur skal ei hjartað ná,
tá ið dimmið lættir, tá hin lívsins sól ei undir fer –
áh, vit skulu kennast betur, tá ið tokan horvin er!

2. Mangan vegurin var trongur, mangan tungt várt hjarta var,
mangan gingu vit í toku, sóu ikki landið har;
gloymt tað alt er, tá hann sigur:
Kom mítt barn, og troystað ver! –
Áh, vit skulu kennast betur, tá ið tokan horvin er!

3. Ja, vit stíga inn við gleði, skulu kring hans trónu stá,
síggja hann, sum okkum elskar – kend, vit skulu kennast tá!
Og í allar ævir tunga vár hans navni lovsong ber –
áh, vit skulu kennast betur, tá ið tokan horvin er!

FavoriteLoadingGoym tekstin