Tá ið tú eina í stríðnum mást standa

Jean-Jacques RousseauVictor Danielsen
Orð: Abraham Grimstvedt
Lag: Jean-Jacques Rousseau
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: Når du alene i kampen må stande

1. Tá ið tú eina í stríðnum mást standa,
óræddur ver og gev ikki uppat,
statt sum ein maður og óttast ei vanda,
ræðst ikki fíggindans vreiði og hat!
Hvast er Guds orð sum hin hvassasti brandur,
treingir seg inn í ta myrkastu vrá,
øvund og mótstøðu, lygnir og klandur,
alt kanst við orðinum niður tú slá.

2. Ikki tað vóru teir mannsterku flokkar,
sum fylgdu Jesusi, tá hann var her;
varða teg tí, at ei talið teg lokkar
burt av tí leið, sum í Orðinum er!
Sannleikin sigrar, um fá honum trúgva,
lygnin, hon fellur og fær ikki bót;
um henni fylgir hin ótalda rúgva,
einaferð verður hon uppskrædd við rót.

3. Um tú skalt líða – nú, so sigur orðið:
Tú gjøgnum trongd inn til lívið skalt ná!
Skjótt situr tú við hitt himmalska borðið,
meðan hin gudleysi brennur sum strá.
Trúskap er júst tað, sum Jesus vil síggja,
trúskap og kærleik og vísdóm og mót;
onga tíð nýtist tær undan at flýggja,
brátt liggur fíggindin tær fyri fót.

4. Orðið frá Gudi lat á tínum vegi
og undir stríðinum leiða tín fót!
Tá skalt tú kunna – áh, merk tað við gleði! –
Nógv fyri sannleika, einki ímót!
Vend undir stríðnum til Jesus títt eyga,
lít bert á sannleikans sigrandi mátt!
Skjótt verður krúnan av gullinum reyða
sett á títt høvur í Himlinum hátt.

FavoriteLoadingGoym tekstin