Tá ið eg var lítið barn, mamma segði mær

Orð: Ókendur
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Tá ið eg var lítið barn, mamma segði mær
um ein djarvan, rættan mann, úr Nazaret Hann var;
lítið skilti eg jú tá, men nú veit eg vist,
maðurin, hon segði frá, ja, tað var Jesus Krist!

Niðurlag: Skjótt vit skulu flyta heim til Jesu sælu dýrd,
har vit skulu síggja Hann í hvítum klæðum skírd;
tá vit skulu njóta gott við frelsuverksins borð,
alt, sum okkum Jesus vann, ei siga kunnu orð!

2. Síðan varð mær klárt sagt frá: Hann doyði krossi á,
og at øll vár sjúka, synd og skomm á Honum lá;
og staðið har Hann doyði kallast Golgata,
á henda djarva, sterka mann nú trúgv, halleluja!

3. Tá her væta tár mítt kinn, krossins leið gerst svár,
sig mær tá frá Jesu stríð og um Hans djúpu sár;
har vit kunnu hvíla trygt, brotið lógsins krav,
tí fyri syndarar frívilligur Hann lív Sítt gav!

FavoriteLoadingGoym tekstin