Tá ígjøgnum oyðimerkur ber mín leið

Orð: Herbert Brander
Týtt: Kajfinn Hammer
Viðmerking: Týddur í apríl 1999.

1. Tá ígjøgnum oyðimerkur ber mín leið,
tagna vil mín songur, hjartað frøist ei;
men mín andi gleðist, tá eg minnast man:
Allar mínar keldur víst í Tær eg fann!

Niðurlag: Allar mínar keldur tær fann eg í Tær,
skuldi ei mítt hjarta seg glett í mær?
Friður, gleði, lukka, góðska dýrabar,
allar mínar keldur eg fann í Tær.

2. Tá á heimsins torgum ongan frið eg fann,
og í heimsins glitran onga gleði vann,
eg til Guð mær vendi, bað í míni trá,
tá mín sál varð fríað øllum stongslum frá.

3. Eydnu søkti eg við heimsins gleðistorg,
men eg fann bert vónbrot, harm og hjartasorg;
til ein dag við krossin grátandi eg lá,
har hin Kelda Lívsins sløkti hjartans trá.

FavoriteLoadingGoym tekstin