Tá Jesus so eina má standa

Orð og lag: F.F. Dawdy
Týtt: Hákun Djurhuus
Upprunaheiti: He tenderly looked at me

1. Tá Jesus so eina má standa,
vinirnir sviku hann,
og Pætur hann avnoktar, sigur:
Eg kenni ei tann mann,
tá sær hann Frelsaran hyggja
á seg so eymliga,
hann mintist, hvat Jesus segði,
fór og græt beiskliga.

Niðurlag: Hann hugdi so eymt á meg,
hann hugdi so eymt á meg,
hann dró meg kærleiksfult til sín,
og hann hugdi so eymt á meg.

2. Langt burtur frá Gudi var eg
– vilstur í myrku nátt,
á syndahavinum villa
lýsti eitt ljós so brátt,
ein kærleiksrødd kom til mín:
„Eg doyði fyri teg!“
Og Frelsaran tá sá eg
hyggja so eymt á meg.

3. Teir førdu mín Frelsara kæra
til Golgata hin dag,
og negldur hann varð til krossin,
bløddi út í mín stað,
har sá eg Jesus stríðast,
opna til Himmals veg,
hann dró meg kærleiksfult til sín,
hugdi so eymt á meg.

FavoriteLoadingGoym tekstin