Tá Jesus hekk á Golgata, Hann lívsins sigur vann

Orð: Charles M. Fillmores
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Tá Jesus hekk á Golgata, Hann lívsins sigur vann,
og ævigt loyst meg frá tí synd meg bant nú hevur Hann;
og nú mítt lív í ævir fjalt í Honum altíð er,
Hann meg til Dýrdarinnar Ríki ber!

Niðurlag: Mítt mál er Himmalin,
har synd ei sleppur inn,
eitt signað land, har sólin altíð sær.
Guð sjálvur ljós er tá,
har rennur Lívsins Á;
á, systkin, øll vit mugu savnast har!

2. Mín ferð nú móti Himni ber, um mangan hon er svár;
Guð leiðir meg við hond og turkar milt hvørt sorgartár!
Um leiðin enn gerst hættislig, Hans hond eg hvíli í,
í nærveru Hans tagnar heimsins stríð!

3. Mítt samfelag er Himmalin, mítt Merki kærleikin,
og Andans gávu Guð mær gav, sum pant uppá mítt Heim!
Úr Guðs Orðs goymslum ferðavistir fái eg hvønn dag,
Hans náði fylgir mær til Lívsins Stað.

FavoriteLoadingGoym tekstin