Tá Jesus her til jarðar kom

Orð og lag: Hallgrim Miðberg

1. Tá Jesus her til jarðar kom,
konganna kongur var,
men tó her var ei rúm at fá,
tey í eitt fjós hann fjálgaðu tá
– Jesus, kongasonin!

2. Hann rann upp sum planta veik,
straffin varð løgd á hann,
við sárum hans vit vórðu grødd,
nú hvílu fá kann sálin mødd
– Jesus, kongasonur!

3. Tann rósan millum tornir var,
av tornum køvdist ei,
hon góðan anga Gudi bar,
á jørð hann hevur blómugarð
– Jesus, kongasonur!

FavoriteLoadingGoym tekstin