Tá Jesus hin dag móður

Orð: Sámal á Toftini
Lag 1: Sámal á Toftini
Lag 2: Hallgrim Miðberg

1. Tá Jesus hin dag móður
við brunnin hvílu fekk
og talaði við hana,
sum eftir vatni gekk,
hann henni beyð at drekka
tað vatn, ið rennur frá
tí keldu, kláru, reinu,
til ævigt lív at fá.

Niðurlag: Tað er ein á, ið rennur,
sum aldri torna kann,
ein kelda, full av náði,
til tann, sum hana fann.
Hann er hin á, ið rennur,
og aldri torna kann,
:,: hin kelda, full av náði,
til tann, sum hana fann. :,:

2. Hon drakk av lívsins keldu
og kendi tá við eitt
ein kærleika so reinan,
eitt hjarta eymt og heitt.
Hon legði sína byrði
við Jesu føtur tá,
og glað um hjartað fór hon
at siga øðrum frá.

3. Bið tú tí, eins og kvinnan,
um lívsins vatn at fá.
Úr kelduni tí reinu
skal streyma náði tá.
Tá fært tú nýggja megi,
tí alt hann gjørdi væl.
Tín sál skal finna gleði,
í ævir frelst og sæl.

FavoriteLoadingGoym tekstin