Tá Jesus úr Nazaret gekk her á fold

Orð og lag: Aage Samuelsen
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Tá Jesus úr Nazaret gekk her á fold,
Guðs einborni sonur Hann var;
Hann grøddi tey lamnu og blind fingu sjón,
særdu sál gav Hann undurfult svar.

2. Hin spitalski varð reinur, hin blindi fekk sjón,
hin deyvi Hans Navni gav prís;
tey frætt høvdu um Hann sum syndarans vin,
Hann í frelsuni gjørdi tey vís.

3. Hvørt sorgbrotið hjarta fekk balsam og troyst,
hin stummi fekk aftur sítt mál,
og deyð risu upp og mong nívd vórðu loyst,
har var grøðing til likam og sál.

4. Hann livir í dag, grøvin helt Honum ei,
hin sami sum forðum Hann er;
Hann gevur teim sjúku hitt livandi breyð,
og í Anda og kraft er Hann her.

5. Tú tystandi, hungrandi, søkjandi sál
í dag kanst tú koma til Hann;
Hann nøktar tín tørv, allar lutir ger væl,
kom til Frelsaran, Jesus, Guðs Lamb.

FavoriteLoadingGoym tekstin