Tá jólastjørnan blaktrar

Orð: Betty Ehrenborg-Posse
Lag: Týskt
Týtt úr donskum: Ismar Joensen
Upprunaheiti: När juldagsmorgon glimmar

1. Tá jólastjørnan blaktrar,
eg leiti mær á fund,
:,: har Sonur Guds svav søtan svøvn
á krubbu náttarstund. :,:

2. Hvør stórt, at tú, áh, Jesus,
til jarðar komst ein dag.
:,: Um frið tín og um frelsuna
eg syngi gleðilag. :,:

3. Mær tørvar teg, Guds Sonur,
barngóði vinur mín,
:,: varðveit tú meg, áh, Jesus Krist,
mær fylgi náði tín. :,:

4. So skal eg, Himnadrottur,
við gleði fagna tær.
:,: Takk fyri jólagávuna,
sum við tær givin var. :,:

FavoriteLoadingGoym tekstin