Tá eg kom til Jesus, tá gav eg upp alt

Orð og lag: Dottie Rambo
Týtt: Hallgrim Miðberg
Upprunaheiti: Prisoner of love

1. Tá eg kom til Jesus, tá gav eg upp alt
og leit honum lív mítt í hond.
Tað var ikki óttin, ið dró meg til hann,
hans kærleiki loysti øll bond.

Niðurlag: Eg av kærleika nú eri bundin til Jesus,
eg liva vil nú fyri hann, sum meg vann.
Eg fann ongan frið í heiminum her,
men Jesus eg fann,
skjótt mítt eyga skoðar hann.

2. Eg eri nú tryggur, hann heldur mær fast,
eg tæna vil honum hvønn dag.
Í gleði og friði eg hvíla nú kann,
mín sál hevur frelsuna sæð.

FavoriteLoadingGoym tekstin