Tá eg komi at ánni við lívskvøldsins strond

Orð: Thomas Ramsey
Lag: C. E. Durham
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Tá eg komi at ánni við lívskvøldsins strond
og skal stíga mítt lívs síðsta stig,
skal eg møta tí Vini, mær her rætti hond;
– yvir deyðsánna Jesus er við!

Niðurlag: Yvir Ánna vil Hann verða við,
Hann vil leiða meg stig fyri stig!
Gjørdist myrkt har eg steig,
altíð lýsti Hann leið,
yvir Ánna vil Hann verða við!

2. Stundum gerist eg troyttur á veg til Guðs Stað,
tað kann tykjast, sum alt fer í sor;
men tað orðið meg styrkir, ja, sál mín gerst glað,
tá mær ljóða í sál hesi orð:

3. Hóast bylgjur av sorg kunnu bróta í sál,
so er Jesus har við sínum frið!
Hann meg varðar á ferðini heilt fram á mál,
yvir ánna vil Hann verða við!

FavoriteLoadingGoym tekstin