Tá Kristus, vár Guð, í miskunn er við

Týtt úr norskum: Jákup Dahl

1. Tá Kristus, vár Guð, í miskunn er við,
mín deyðrædda sál, sum bønar um frið,
lat lívið tá kólna og sløkna sum glóð,
tú skalt ei forfarast, Guðs miskunn er góð!

2. Tá gleðin er av, tá sorgin er á,
tá hjartað er sárt, og tár renna trá,
so legg tú á Krist allan trega og sorg,
halt trygt teg at honum, tí hann er vár borg!

FavoriteLoadingGoym tekstin