Tá kvøldið kemur

Orð og lag: Nicolina Jacobsen

Tá kvøldið kemur og sól fer í kav
tá sveipar seg myrkur yvir land og hav.
Men tað tekur tó ei so langa tíð,
Tí brátt tendrast stjørnurnar og mánin.

Stjørnurnar glytra og tær lýsa so bjart
Og mánin smílist hugnaligt
ígjøgnum myrkrið svart.
Ja, tey kína tann sovandi barnakinn
Og sveima so blíðliga í teirra dreymar inn.

Har ganga tvey við sjóvarstrond,
tey ganga saman hond í hond,
og hugsa um kærleikans sterku bond,
og aldurnar tutla framvið sjóvarstrond.

FavoriteLoadingGoym tekstin