Tá lívsins grundvøllur kann tykjast rilla

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Lag: Gamalt føroyskt sálmalag (Harra Guð, títt dýra navn)
Viðmerking: Yrktur 11. september í 2007.

1. Tá lívsins grundvøllur kann tykjast rilla,
og hjálparloysið tærir sinn og sál,
mær sorg og stúran allan hugin fylla,
og eg ei skilji lívsins mið og mál.

2. Tá upp til fjalla eygu míni leita
at vita, hvaðan hjálp mín kemur frá.
Tá veit eg, Harrin bert kann hjálp mær veita;
hann valdið hevur jørð og himni á.

3. Hann svíkur ei og letur meg ei falla,
hann blundar ei, men vakir yvir mær.
Sum verndarskugga mín, hann vil seg kalla,
hann verjir meg við høgru hond á sær.

4. Tí kann eg tryggur lívsleið mína fara,
um hold mítt ferst, so varðir Harrin meg.
Mín útgang og mín inngang skal hann varða;
mín sál hjá honum ævigt goymir seg.

FavoriteLoadingGoym tekstin