Tá lívsins kvalir Himmalin mær fjala

Orð: Ókendur
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Tá lívsins kvalir Himmalin mær fjala,
mín trúgv gerst veik, mín vón er vend til sút;
tá minn meg á, at Tú meg aldri gloymir,
at Tú ert ljós á myrku nátt, mín Guð!

Niðurlag: Lat meg Títt andlit síggja, kæri Jesus,
at gleða meg í Tíni dýrd eg kann!
Tú segði jú, at Tú mín lut vilt bera,
tá strongd og einsemi meg níva man.

2. Mín egni vegur ei til frið meg leiðir,
og tí mær ofta tap í hendi var.
Mítt egna “eg” mær steingir allar hurðar,
og forðar Tær at geva bønarsvar.

3. Rannsaka meg, á, Harri, um mítt hjarta,
enn hýsir heimsins tómleika og spæl;
slít sundur bond um enn tað ber mær pínu,
av Tíni fyllu tá gerst sál mín sæl.

FavoriteLoadingGoym tekstin