Tá loftið, tað er stjørnuklárt

Orð: Mary Helen Anderson
Lag: Harry Dixon Loes
Týtt: Árni Jacobsen
Upprunaheiti: The nineteenth psalm is true

1. Tá loftið, tað er stjørnuklárt
og nógvar litir ber,
eg takki Gudi, tí eg veit,
sálmur 19 sannur er:

Niðurlag: „Alt hválvið ber boð
um handaverk Guds!“
Hvør undurfult, men so satt.
Má eisini lív mítt vitna um teg.
Gud, lær meg at liva rætt!

2. So yndisligt hvørt lítið kykt
ímillum blómur fer.
Ei torført er at síggja, at
sálmur 19 sannur er:

3. So undurfult hvørt vár, tá alt
í nýggjan búna fer,
tá syngur hjarta mítt, tað veit
sálmur 19 sannur er:

FavoriteLoadingGoym tekstin