Tá mín sál var í neyð

Herbert BoothVictor Danielsen
Orð: Herbert H. Booth
Lag: Ralph E. Hudson
Týtt: Victor Danielsen

1. Tá mín sál var í neyð
og var andliga deyð,
tá langt burtur frá Gudi eg stóð,
tá eitt ljós skein so bjart
inn í myrkrið so svart,
og eg hoyrdi eitt gleðiligt ljóð.

Niðurlag: Við mín kross, við mín kross
finnur sál tín eitt pláss,
har hon leggja kann byrðina av;
har er friður hjá tær,
har eg straffina bar
og mítt lív fyri syndarar gav!

2. Eg í blindleika gekk,
meðan dómurin hekk
yvir mær, inntil ljósið upp rann;
men ein dagur kom, tá
eg fekk Jesus at sjá,
og í kærleika talaði hann.

3. Nú er endað mítt stríð,
og tann neyð, eg var í,
allar ævir til gleði er vend;
eg lívssólina sá
og ei óttast kann tá,
nú tey friðarboð eru mær send.

FavoriteLoadingGoym tekstin