Tá eg minnist, Jesus kom av dýrdarhæddum

Orð og lag: Rusty Goodman
Týtt: Árni Jacobsen
Upprunaheiti: Who am I

1. Tá eg minnist, Jesus kom av dýrdarhæddum
og tók búgv hjá syndatyngdum – eins og mær,
at líða spott og hat og háð,
verða krossin negldur á,
seti eg mær henda spurning:
Hvat kann eg?

Niðurlag: Hvat kann eg,
sum ein kongur doyði fyri?
Hvat kann eg?
– Hann mær av herðum lyfti byrði.
Mín sál tó neyvan svarið fær,
hví slík náði untist mær,
at øll mín synd á ein kross varð negld
– so hvat kann eg?

2. Í Himmalheiminum, har nú mín Harri ræður,
eg ein bústað eigi har – í allar ævir.
Í ljósi her eg ferðast kann
mót tí staði, hann mær vann,
tá hans blóð á krossi rann
– hvat kann eg?