Tá mítt eyga

Hans Adolph Brorson
Orð: Hans Adolph Brorson
Lag: Svenskt lag
Týtt: Salomon J. Joensen

1. Tá mítt eyga
troytt til deyða,
vátt og sárt av táraflóð,
sær við longsli
út úr fongsli
upp til Harrans frið og ró,
burtur hvørvur sút og sorg,
tá eg tekki himnaborg.

2. Mær í sinni
ljóða inni
fólkarøddir, eingla við;
tær mítt oyra
fær at hoyra
heima í Guðs lovsangslið’;
o, mín sál tá sigur sæl
heiminum so glað farvæl!

3. Eg kann síggja
staðin nýggja,
paradís og lívsins træ;
eg man hóma
rósur blóma
heima í Guðs halga stað,
kenni mína lívsleið her
gerast sæla himnaferð.

4. Lambsins kæra
brúðarskara
síggi eg í paradís;
tey seg frøa,
sameind kvøða
lívsins harra lov og prís.
Mjáa gøta, stutta stund,
ber oss brátt á himnafund!

5. Jesus, mildi,
tú, sum vildi
himnasælu vinna mær,
barna tína
longsuls pína
nívir við hvørt fótafar.
Jesus góði, førir tú
skjótt títt barn til himnabú?

FavoriteLoadingGoym tekstin