Tá morgun ein vakran úr svøvni tú vaknar

Orð: Óli Reinert
Lag: Philip P. Bliss

1. Tá morgun ein vakran úr svøvni tú vaknar,
hin dagurin ungi tær gleðina ber;
men brátt mást tú síggja, at dagurin aknar,
at kvøldið, tað líður, og dagurin fer.
Ja, kvøldið, tað líður, og dagurin fer.

2. Um várið tú gleðast kanst í tínum hjarta,
tí summarið ljósa í hondum nú er;
skjótt kemur tó yvir teg náttin hin svarta,
tí heystið, tað líður, og summarið fer.
Ja, heystið, tað líður, og summarið fer.

3. Hin ungi kann gleðast til lívið hitt langa
og søkja sær lukku í hesari verð;
men einki kann metta tær sálina svanga –
skjótt árini renna, og lívið, tað fer.
Ja, árini renna, og lívið, tað fer.

4. Tú, sum av Guds náði tann sannleik kanst síggja,
at tú í Guds eygum ein syndari er,
bert Jesus kann gera tær sálina nýggja,
nú dagarnir ganga, og lívið, tað fer.
Ja, dagarnir ganga, og lívið, tað fer.

5. Í Jesusar blóði nú sál tín kann tváast,
tí Jesus, hann gav seg sum syndoffur her:
Við hansara blóði bert frelsan kann fáast,
nú dagarnir ganga, og lívið, tað fer.
Ja, dagarnir ganga, og lívið, tað fer.

FavoriteLoadingGoym tekstin