Tá morgunsól alt gyllir

Joseph BarnbySímun Absalonsen
Orð: Ókent týskt sálmaskald
Lag: Joseph Barnby
Týtt: Símun Absalonsen
Upprunaheiti: Beim frühen Morgenlicht (When morning gilds the skies)

1. Tá morgunsól alt gyllir,
meg tøkk og undran fyllir:
Tær, Jesus, veri dýrd!
Í verki og í orði
eg prís tær vildi borið.
Tær, Jesus, veri dýrd!

2. Tá sorgin nívir sinnið,
ein griðstað her eg finni.
Tær, Jesus, veri dýrd!
Og svinnur heimsins heiður,
mín sál her troyst tó eigur.
Tær, Jesus, veri dýrd!

3. Vit Himmalin bert hóma,
men ein dag har skal ljóma:
Tær, Jesus, veri dýrd!
Nú flýtur prís av munni,
tí myrkurs vald er vunnið.
Tær, Jesus, veri dýrd!

4. Enn brennur lívsins logi,
mót Himli nú eg skoði.
Tær, Jesus, veri dýrd!
Bert fagnaður har ræður
í øldir og í ævir:
Tær, Jesus, veri dýrd!

FavoriteLoadingGoym tekstin