Tá myrkir skuggar falla á mín veg

Orð: W. Erixson
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Tá myrkir skuggar falla á mín veg,
og sólin setir handan fjall;
tá dagur aftnar, myrkrið breiðir seg,
og friður stillur yvir landið fall,
á himlinum tá klárar stjørnur
mær lýsa upp leiðina her;
so lýsa Harrans lyfti mær á leið,
meg fyllir friður Guðs, av øllum ber.

2. Um náttin gerst so myrk, at ei eg sá
eitt ljós hvar enn eg líta man,
á mínar bønir einki svar man fá’,
av hvørjum vini gloymdur vera man,
tá grípi eg míns Faðirs hendur,
Hann rættir ímóti mær blítt;
hvør veit, um sólin setti bara tí,
Hann draga nærri sær vil barnið Sítt?

3. Um dagur tykist tungur, leiðin long,
tú óttast tað, er framman goymt;
er bønin veik, tók mistreystið tín song,
hav trúgv á Guð, Hann ei teg hevur gloymt.
Eitt sinn skal Morgunstjørnan rísa
og jaga burt jarðlívsins nátt;
eitt frígjørt dýrdarlikam tá tú fært,
og Frelsar’num tú ævigt prísar hátt.

FavoriteLoadingGoym tekstin