Tá náttin er svunnin um skugganna lond

Victor Danielsen
Orð: Joël Blomqvist
Lag: Ókendur
Týtt úr donskum: Victor Danielsen
Upprunaheiti: När natten försvinner från skuggornas land

1. Tá náttin er svunnin um skugganna lond,
og dagsljósið heilsar mær blítt,
tá veit eg, tá slitna tey seinastu bond,
og skoða eg skal á tí sólljósu strond
hans andlit, sum skapir alt nýtt.

2. Tá tokan á jørðini burt svunnin er,
og búgva í Himli eg skal,
eg síggi tað blóma, sum følnað var her,
og lívið tá sigur av deyðanum ber,
og troyttaða sál livir væl.

3. Tá endar mín leið, sum var torfør og trong,
men førdi meg upp í Guds stað,
og Lambið skal halda sítt brúdleyp við song,
og aldri hon endar, hin gleðitíð long,
hin æviga, friðfulla dag.

4. Tá skal eg skjótt gloyma, hvør tungligt tað var
at stríða á foldini her;
ei orð kunnu mála ta sælu, sum har
tú goymt hevur teimum, ið her trúðu tær –
áh, gleði og friður, har er!

5. So hjálp mær at stevna við frímóði tá
mín veg móti Himmalsins havn
og stríða í trúgv og í kærleika stá
og kransin har uppi av hond tíni fá
og æra í ævir títt navn!

FavoriteLoadingGoym tekstin