Tá niðan myrka yvir heimin fellur

Orð og lag: Aage Samuelsen
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Tá niðan myrka yvir heimin fellur,
og fólkasløg øll ráðvill eymka seg,
tá rísur Dagurin, tá Jesus kemur;
hvat enn ið hendir, tryggur eri eg!

Niðurlag: Jerusalem, skjótt tína dýrd eg síggja skal,
í ævir mettast har skal longsul mín.
Har eingin sorg og sjúka meir skal plága;
mær leingist heim, Jerusalem, til tín.

2. Tað er ein bøn, o, Guð, í mínum hjarta:
Mær fyrigev, meg hvítan ger sum snjó!
Lat Orðsins balsam linna trega hjartans,
meg reinsa heilt í Tínum dýra blóð.

3. Hvat eigi eg, sum ikki eg kann missa?
Alt her á jørð forferst og svinnur jú!
Øll gyklað vón um frið skal slokna, bresta,
Jerusalem, tó ævigt stendur tú!

FavoriteLoadingGoym tekstin