Tá norðanstormur brestur á

Orð: Kr. Janson
Lag: Nú fiskur er á grunnunum
Týtt: Nyholm Debess

1. Tá norðanstormur brestur á og havið gongur hvítt,
tá strika, drongur! Minka segl, – halt væl um stýri títt.
Um stív er sigling, halt væl fast og ongan knútin loys.
Men fyllist bátur, ger so fast, finn skrínið fram og oys.

2. Um tú ígjøgnum aldubrot og skúm ei land kann sjá,
so syng ein sálma tá og rógv, so blóðið spríkja má.
Men skrædnar borð, og báran blá og køld vil køva teg,
so níg í bøn til Gud og bið hann fylgja tær á veg.

FavoriteLoadingGoym tekstin