Tá eg óttist trúarveg

Orð: Ada R. Habershon
Lag: Robert Harkness
Týtt: Líggjas á Váli

1. Tá eg óttist trúarveg,
Kristus heldur mær;
og tá freisting herjar meg,
hann jú heldur mær.

Niðurlag:
Hann mær heldur fast,
hann mær heldur fast;
tí so nógv hann elskar meg,
hann mær heldur fast.

2. Aldri eg mær halda kann,
hann má halda mær;
um eg ikki vegin fann,
hann tó heldur mær.

3. Um eg gevi lítlan ans,
at hann heldur mær,
tó eg eri gleði hans –
hans, sum heldur mær.

FavoriteLoadingGoym tekstin