Tá sálin var mest í váða

Victor Danielsen
Orð: Anton Levinsen
Lag: J.P.E. Hartmann
Týtt: Victor Danielsen

1. Tá sálin var mest í váða,
kom Jesus, og hon varð glað;
hann hevur meg arma náðað
við Golgata kross á knæ.

2. Mítt stolta, hástóra sinni
varð dømt, tá eg skilti tað,
at friðin eg eina finni
við Golgata kross á knæ.

3. Um vandar meg mangan hótta
hin tunga, hin dapra dag,
eg leggja kann burt mín ótta
við Golgata kross á knæ.

4. Hvar kann eg í øllum varða
mítt mót og ei missa tað?
Ei annað eg veit at svara:
Við Golgata kross á knæ.

5. Hvar finni eg mátt at liva?
Og stríðið, hvar vinnist tað?
Hvar leggi eg burt hvønn iva?
Við Golgata kross á knæ.

6. Ja, har bert eg ávøkst beri –
bert, bert á tí eina stað;
eg sigrandi, glaður eri
við Golgata kross á knæ.

FavoriteLoadingGoym tekstin