Tá skuggar leingjast, og dagur fer

Orð og lag: Ira Forest Stanphill
Týtt: Hákun Djurhuus
Upprunaheiti: We’ll talk it over

1. Tá skuggar leingjast, og dagur fer,
eg vil ei spyrja, hvar leiðin ber,
tí orðið sigur, vit kenna ei
Guds vísu hugsan, hans ráð og leið.

Niðurlag: Vit tala saman á tí ljósu strond,
har Jesus rættir mær vinarhond,
eg vil hann spyrja, hann gevur svar,
tá vit tala saman, saman uppi har.

2. Hann meg ei svíkur, hann leiðir væl,
á myrkum gøtum, um skuggadal,
eg fylgi honum og lýði hann,
um bert eitt stig fram eg síggja kann.

3. Um sorgin nívir, er hjartað møtt,
tá Jesus leiðir, er byrðin løtt,
tá síðsta stigið er endað her,
ein ævig hvíla har heima er.

FavoriteLoadingGoym tekstin