Tá eg søguna lesi um Frelsara mín

Orð: Jemima Thompson Luke
Lag: Grikskt fólkalag

1. Tá eg søguna lesi um Frelsara mín,
tá hann ferðaðist foldini á,
hvussu blítt hann bað børnini koma til sín,
hugsi eg: „Hevði eg livað tá!
Hevði hond hans so eymt verið løgd á mítt høvd,
hevði eg búð, har Frelsarin steig,
hevði eg hoyrt ta søtu, ta lívgandi rødd:
„Lovið børnunum, forðið teim ei!““

2. Men enn eg til Jesus kann leita í bøn
og hoyra og lesa hans orð
og trúgva og fáa hans Himmal í løn
og síggja hann har við hans borð.
Hann fór jú at gera til reiðar ein stað
øllum, sum hava trúð á hann her!
Mong børn har hann savnar so fegin og glað,
tí teirra Guds ríki jú er.

3. Men túsund og túsund, sum viltust av leið,
vita ei um hin himmalska stað;
tó veit eg, at Jesus, hann gloymir tey ei,
áh, eg vildi, tey skuldu hann sæð!
Mær leingist, at stundin skal koma nú brátt,
tá hann taka meg skal í sín favn,
tá hann savnar tey børn, ið hann her hevur átt,
til sín í ta himmalsku havn.

FavoriteLoadingGoym tekstin