Tá sól er sett her – áh, sæli morgun

Orð: Virgil P. Brock
Lag: Blanche Kerr Brock
Týtt: Petur William Háberg
Upprunaheiti: Beyond the sunset

1. Tá sól er sett her – áh, sæli morgun,
við honum dýrdin tá byrja man,
alt stríð er endað – ein lívsæl lýsing,
tá sól er sett her –
eg hvíla kann.

2. Tá sól er sett her – hvørt skýggj er horvið,
hvør stormur stiltur – hvør ótti burt.
Áh, gleðidagur, sum ei fær enda,
tá sól er sett her –
hvørt tár gerst turt!

3. Tá sól er sett her – ein hond meg leiðir
til Gud, mín faðir, sum prís mítt fær.
Hans dýrd at síggja, hans rødd at hoyra,
tað er tann heilsan, mær møtir har!

4. Tá sól er sett her – eg aftur síggi
øll tey, sum fóru heim undan mær,
og í tí landi vit aldri skiljast –
tá sól er sett her –
í ævir har!

FavoriteLoadingGoym tekstin