Tá sól fer í kav, og dagur er av

Orð: Elisabeth Irmgaard
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Tá sól fer í kav, og dagur er av,
og dagur er av,
og náttarfriður fellur yvir heimin;
til hvíldar tú fert,
tó ófrelstur ert,
– eg bíði við tí til í morgin!

Niðurlag: :,:Jesus frelsti í gjár og Hann frelsir í dag,
men eingin kennir dagin í morgin!:,:

2. Hin æviga frið
tú kenna kanst við,
um hjartað tú opnar fyri Jesus.
Lat upp hjartadyr
og ger ei sum fyrr:
Eg bíði við tí til í morgin!

3. Á, sál, hoyr Hans rødd:
Kom, verð endurfødd,
og herð ikki longur títt hjarta!
Hygg, tíðin hon fer,
tú kallaður er’,
– hvør veit, um Hann kallar í morgin?

FavoriteLoadingGoym tekstin