Tá sól í kvøldarroða vóð

Orð: Henry A. Tandberg
Týtt: Jákup Olsen

1. Tá sól í kvøldarroða vóð,
og Zions staður lá
í stillum, mildum frið og ró,
ein sjáldsom sjón sást tá:
Tá bóru tey til Jesus fram
tey sjúku, stór og smá,
og hendur á tey leggur hann,
og heilsubót tey fá.

2. Og soleiðis vit savnast nú
um teg, ja, um teg bert;
um ei várt eyga sær teg, tú
tó nær hjá okkum ert.
Og synd og neyð, hvørt sár, hvønn løst,
ja, alt vit bera tær,
tú gevur frið í friðleys bróst,
hin bundni frælsi fær.

3. Ein sál er her, so sjúk av synd,
eitt hjarta sundurstoytt,
og ein er lamin, ein er blind,
ein onnur deyðatroytt;
øll rætta sína trúarhond
til tín, áh, Frelsari!
Tú loysa kanst tey sterku bond
og grøða sárini.

4. Tú, sálarlækni, sært tað jú,
tey loyndu hjartasár,
og neyð og ræðslu kennir tú
og telur sorgartár.
Enn eins og fyrr tú sigur her:
Eg vil; verð reinur! ja,
sál, lít á hann, nú nær hann er,
so skalt tú kenna tað!

FavoriteLoadingGoym tekstin