Tá sólin í eystri rísur

Orð: Kemm Poulsen
Lag: Á leikvøllum funnust í forðum

Tá sólin í eystri rísur
og kagar inn Nólsoyarfjørð,
tá er tú mín heimbýur Havnin,
vakrasta stað á jørð.

Ein stormdag av Landssyningi,
tá ódnirnar herja um lond,
meg bergtekur brimi tað harða,
sum leikar í Yviri vð Strond.

Tað fólki, ið her settist niður,
tað átti ei fæ og jørð,
útróður var teirra álit,
teir róðu út Nólsoyarfjørð.

Teir Stóragarð reistu um býin,
í støðum stendur hann enn,
ein varði hann er um tykkum,
ið vit kalla Traðarmenn.

Teir veltu og løgdu inn haga,
skjótt mentu teir býin upp,
úr kargari jørð teir vunnu,
sær pening til bát og slupp.

Havið var teirra álit,
har drógu teir fiskin upp,
Trappubrøður og aðrir,
ið silgdu og fingu sær slupp.

Hvar ið eg enn eri staddur,
her heima og úti í verð,
mín longsul til heimbýin Tórshavn,
innast í hjartanum er.

Í dag er tú Føroya depil
og Skansin stendur har enn,
vit forfedrunum kunnu takka,
at vit eru havnarmenn.

FavoriteLoadingGoym tekstin