Tá sorgir meg níva, eg leiti til tín

Orð: Sámal á Toftini
Lag: Hallgrim Miðberg

1. Tá sorgir meg níva, eg leiti til tín;
tú sigur jú sjálvur, ja: „Komið til mín!“
Tú okkum í Orðinum lærir so væl:
„Ei óttast tú skalt, tí eg verja teg skal.“

2. Tú sál mína frelsti, eg sigi tær tøkk,
at náði og kærleiki tín til mín røkk,
ja, Son tín tú sendi, í mín stað hann gekk,
hann bardur og sligin á krossinum hekk.

3. Har gavst tú upp andan í syndarans stað,
men, Frelsari, tó fyrst tú fyri teim bað.
Eg takki tær, Jesus, at eisini eg
kann eiga ta vissu, tað var fyri meg.

FavoriteLoadingGoym tekstin