Tá eg standi við Kristusar dómstól

Orð og lag: Martha Snell Nicholson
Týtt: Arnfinnur Setberg
Upprunaheiti: When I stand at the judgement seat of Christ

1. Tá eg standi við Kristusar dómstól,
ætlan hans á teldu gekk,
ja, tann ætlan, sum hon kundi verið,
um hann tá sín vilja fekk
– legði hindring her, sáddi iva har
– ei mín vilja boygdi eg
– verður tá í Frelsarans eygum sorg
– og tó – enn hann elskar meg.

Niðurlag: Áh, Harri, tey ár, tú enn gevur mær,
tær í hond tey gevi eg,
tak meg og brót meg, evna meg
til ta mynd, tú ætlaði.

2. Ríkdóm rætti mær, fátæk standi eg,
nakin – tó í náði hans,
minni jagstra meg oman gøtuna,
har at venda – ongan kjans,
tá mítt hjarta einsama nærum brast
í tár, sum ei eyga fær,
vil mítt andlit fjala við tómu hond,
boyggja ókrýnt høvur har.

FavoriteLoadingGoym tekstin