Tá syndarin rætt sær sín váða

Magnus Brostrup LandstadVictor Danielsen
Orð: Magnus Brostrup Landstad
Lag: Lars Nielsen
Týtt: Victor Danielsen

1. Tá syndarin rætt sær sín váða
og fellir beisku angurstár,
vil Jesus frelsa hann og náða
og grøða hjartans djúpu sár;
í gleði verður sorgin sløkt,
í bróstið hvílan sæla søkt.

2. Tá Jesus inn í húsið stígur,
og friðarheilsa hans so góð
fer í hvørt hjarta inn, sum líður,
og lætta fáa sinni móð,
tá verður signing søt og blíð,
tá verður semja eftir stríð.

3. Um fyri honum upp er latið,
har ókendur hann áður var,
tá víkur synd og beiska hatið,
og heidna myrkrið enda fær,
tá verða sár og sorgir grødd,
og hevjað verður lovsongsrødd.

4. Við dyrnar stendur hann og bankar,
og verður latið upp við bøn,
so halgar hjarta hann og tankar,
og friður verður húsins løn;
nú, vinur, um tú gjørdi tað,
hvør fekk títt hús ein sælan dag!

5. Lat hann tí ei óhoyrdan standa,
áh, dýra sál, gev hesum ans!
Tú fullvæl veitst, tú ert í vanda,
og at tær tørvar náði hans;
nei, eyðmjúkt sig í sál og sinn:
Kom inn, mín Frelsari, kom inn!

FavoriteLoadingGoym tekstin