Tá eg ta náði minnist, Gud

Orð: Joseph Addison
Lag: William Croft, Charles E. Horsley, Úr „Este’s Psalter“
Týtt: Victor Danielsen

1. Tá eg ta náði minnist, Gud,
tú stroyddi á mín veg,
her við tín fót í tøkk og prís
og undran falli eg!

2. Ótalda náði sendi tú,
áh, Gud, á mína sál,
tey ár, tá eg ei kendi teg,
men verðin var mítt mál!

3. Av sjúkum hevur tú meg reist,
mær heilsu aftur veitt,
og tá meg píndi synd og sorg,
í ljós meg aftur leitt.

4. Tín kærleiki, tín umsorg eym
mín veg mær ljósan ger,
hvørt ár eg kenni greiðari,
tín signing á mær er.

5. Eg kunngera alt lívið vil,
mót mær tú góður var,
og síðani í Himli skal
eg betur takka tær.

6. Ja, gjøgnum allar ævir har
títt prís eg syngja vil;
men, Harri, rætt at takka tær,
ei ævin røkkur til.

FavoriteLoadingGoym tekstin