Tá teir skora

Heri NolsøePetur SlyneStamen Stantchev
Orð: Heri Nolsøe og Petur Slyne
Lag: Petur Slyne og Stamen Stantchev

HB dreymur mín er, tá teir dribla við ferð,
tað er liðið hjá mær her í verð.
Og tá teir skjóta mál hoyrist nógv geyl,
og tað hoyrist nógv skrál. Aftur hava teir gjørt eitt megnar hál,
tá teir skora eitt ella tvey ella sjey, ja, so rópa vit øll somul hey,
tí tað er sikkurt og vist, at mangt liðið bleiv rist.
Í Gundadali teir spældu sín dyst, og fólkið var har,
og tey hugnaðu sær, tí HB er mítt, og HB er títt,
tað skuldi jú ikki verið nakað nýtt.

Nú teir renna á vøll, er stúgstappandi høll,
her rópini ljóða so hvøll.
Og tá teir renna um kapp, hoyrast hørð viðhaldsklapp,
tí inn um verjuna HB nú slapp. Tað var lætt
at skora eitt ella tvey ella sjey, teir líða jú onga neyð,
tí tað er sikkurt og vist, at mangt liðið bleiv rist,
tá móti HB tað spældi sín dyst.
HB-liðið, tað liðið, ið vit kenna, har vit flenna,
tá teir skora eitt ella tvey ella sjey,
ja, so rópa vit øll í felag, øll í felag rópa hey.

Hava mótstøðu bast, sligið sigurin fast,
nú til havnar teir fara við hast.
HB-svørðið er hvast, tá teir høgga, tað sæst,
sigursvónin hjá mótparti brast,
tá teir skora eitt ella tvey ella átta,
ja, so rópa vit øll somul hey, tí tað er so sikkurt og vist.
at mangt liðið bleiv rist, tá móti HB teir spældu sín dyst.
Í Gundadali ella úti á bygd, HB vinnur hvønn dyst sera trygt.
Og á altjóða vølli HB roynir at skora,
kann nakar teimum forða, forða.

FavoriteLoadingGoym tekstin