Tá tey vaksnu sláa

Orð og lag: Jákup Eli Joensen

Bleiv mangan kallaður lort ungi, var býttur, og ljótur, og ein bandit bleiv flongdur,
og sligin, og royttur, og koyrdur í song, og fekk klæðuni skrædd av
og hvørja ferð eg hevði tað ringt bleiv eg settur í skammikrókk
ja soleiðis var mítt lív, sum barn, men nú eri eg komin yvir tað

Mangar lúsingar man fær, tá hin vaksni nevan í borið slær
eg eri komin yvir tað, men eg veit, at hevndin er ein mer

Babba skuldi læra meg, at rokna, men hørja ferð eg segði skeivt, so flippaði hann út
og mamma tók tablettir, hon kláraði ikki, at halda pínuna út
og beiggji mín bæði píndi, og bestemmaði yvir mær
ja lívið hjá mær, sum barn, tað var eitt reint helviti

Mangar lúsingar man fær, tá hin vaksni nevan í borið slær
eg eri komin yvir tað, men eg veit, at hevndin er ein mer

Ja síðani mína happing hevur helviti verið mítt heim
um eg spotti teg líka til deyðan eg onga atgongd til himmals vil fá
í bilinum lat eg bert ein pikkulítlan dropa frá mær
fekk skylduna afturfyri meðan ein annar oysti ein heilan hyl frá sær

Mangar lúsingar man fær, tá hin vaksni nevan í borið slær
eg eri komin yvir tað, men eg veit, at hevndin er ein mer

Mangar lúsingar man fær, tá hin vaksni nevan í borið slær
eg eri komin yvir tað, men eg veit, at hevndin er ein mer

Eg eri komin yvir tað, men eg veit, at hevndin er ein mer

FavoriteLoadingGoym tekstin