Tá tíðin er røtt

Finnur Koba
Orð og lag: Finnur Koba

Enn eg eri ungur
Men tó ov gamal til tín
Tey kalla meg svín
Tí noyðist eg at rýma
Enn er pengapungur alt ov tunnur
Til at taka teg við
Tað gerst ikki við
Nú farið er at skýma

Tá tíðin er røtt
Og hjartað er fløtt
Tá kemur tú við

Tá klokkan er tólv
Vit fara á gólv
Og sova undir sólini

Enn er sinnið tungt
Tó nóg lætt til at taka eitt smíl
Tað krevur sín stíl
At sova undir sólini
Áin er enn breið
Grætur allar tínar tankar á sjógv
Hon dugir sær ikki hógv
Hon livir enn í vónini

Tá tíðin er røtt…

Men hasin luktur
Rennur eftir mær
Og nívur so tað forslær
Hvar bleiv hann av?
Tú vart mín Jesus
Tú skuldi hanga fyri mína skyld
Tað skuldi ganga eftir míni vild
Men hvar bleiv grøðingin av?
Hvar bleiv hon av?

Tá tíðin er røtt…

FavoriteLoadingGoym tekstin