Tá tígnandi í undran, harri drottur

Carl Gustav Boberg
Orð: Carl Gustav Boberg
Lag: Svenskt fólkalag
Umyrkt til føroyskt: Petur William Háberg

1. Tá tígnandi í undran, harri drottur,
mær birtast tíni alheims skaparverk,
tann stjørnufjøld, tann hvølli torusláttur –
í øllum skepnum prógvast hond tín sterk – .

Niðurlag: Tá syngur sál mín, Frelsari, til tín:
Hvør mikil Gud, tú, Harri ert!
Tá syngur sál mín, Frelsari til tín:
Hvør mikil Gud, tú, Harri, ert!

2. Tá leið mín ber um fløtur, gjøgnum dalar,
og fuglur letur, fjálgt kenst summarfleyr,
á tindahæddum rúmdin til mín talar,
tá løkur tutlar millum stein og eyr – .

3. Tá eg so minnist, hesin Gud ei spardi
sín Son, men læt hann doyggja fyri meg,
at Frelsarin seg sjálvan ikki eirdi,
men bløddi út – tað skilji ikki eg – .

4. Tá Jesus kemur, gleði vil uppstíga,
ein slík, sum eg ei áður havi merkt,
í takksemd eyðmjúkt skal eg niður níga
og rópa hátt, hvør mikil Gud tú ert.

FavoriteLoadingGoym tekstin