Tá eg til Himmals komi

Orð: Maiken Ekman
Lag: Elsa Emanuelson
Týtt: Olaf Olsen
Upprunaheiti: I himlen är jag väntad

1. Tá eg til Himmals komi,
har roknað er við mær,
til reiðar einglar standa
at taka meg inn har.
Tá stendur hann, sum leiddi
meg inn til song og gleim,
og tekur meg í favnin:
„Eg ført teg havi heim.“

Niðurlag: Tey vænta meg í Himli
tann dag, eg fái boð,
har eigi eg nú heima,
við vissu er tað so.

2. Ja, elskaður í Himli,
Guds barn eg eri nú,
mítt hjarta har er heima,
eg kenni Staðin jú.
Eg kenni hvørja gøtu,
mín vinur, tí at tað
á jørðini varð sagt mær
um Himmals Gud og Stað.

3. Í Himli til eg hoyri,
ei meir á veg hartil,
eg eigi pláss við borðið,
og rúm er gjørt mær til,
og Harrin Jesus sjálvur
vælkomnum býður mær.
Gloymt havi eg tá grátin
og pínuna, ið var.

FavoriteLoadingGoym tekstin