Tá títt hjarta sorg man bera

Orð og lag: John Willard Peterson
Týtt: Árni Jacobsen
Upprunaheiti: Spend a little time with Jesus in prayer

1. Tá títt hjarta sorg man bera,
sum títt sinni tungt kann gera,
og tú spardur her vilt verða:
Legg tað fyri Harran Jesus í bøn!

Niðurlag: Legg tað fyri Harran Jesus í bøn,
troyst og sálarstyrki verða skal tín løn.
Fylgi sítt hann altíð trúgvur røktar,
allan tørv hjá seyði sínum nøktar,
legg tað fyri Harran Jesus í bøn!

2. Tá ið lívsins stormar leika,
sál tín kennir seg so veika,
eftir friði tú manst reika:
Legg tað fyri Harran Jesus í bøn!

3. Tá ið stúran tyngir sinnið,
tá eg ongan lætta finni,
og ei kennist nakar linni:
Legg tað fyri Harran Jesus í bøn!

FavoriteLoadingGoym tekstin