Tá trúgvin í harðveður kemur

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Yrktur 26. og 27. oktober 2008.

Tá trúgvin í harðveður kemur,
og ivin seg sýgur um sál,
tá óttin um hjartarót nemur,
tú tekkir ei mið títt og mál.
Hvat er tá til ráða at taka?
Hvar kanst tú tá hjálpina fá,
tá alt er, ið teg vil ásaka,
og sál tín bert myrkur kann sjá?

Tað Jóhannes kendi á sinni,
tá ivandi eina hann sat
so syrgin í fongslinum inni,
og sárt hann í hjartanum græt.
Tá spurning hann Jesusi sendi:
“Ert tú tann, ið koma skal nú?”
Straks svarið frá Jesusi vendi
hans iva til lýdni og trú.

Tí best er til Jesus at leita
við øllum, ið tyngja kann teg,
hann mentur er hjálp tær at veita
og byrðina leggja á seg.
Hann iva og ótta burt rekur,
og frið sín hann geva vil tær,
hann trúnna í sál tíni vekur,
og letur teg hvíla hjá sær.

Í Kristi kann eingin oss døma,
um svár eru svik vár og føll,
Krist bikarið beiska læt tøma,
har goldin var syndaskuld øll!
Tí kann eingin djevul oss binda,
um trúgv bert sum sinnupskorn er,
tí hóast vit dagliga synda,
so náðin tó rein okkum ger.

Tó lat okkum ongantíð gloyma
at stríða tað trúrøkna stríð,
og æviga gripin at goyma,
til vit eru himlinum í.
Um lýdni og trúskap tað ræður,
um krúnu og krans tú skalt fá,
tá risin er uppreisnardagur,
og Krist er í skýnum at sjá.