Tá tú piparkøkur bakar

Orð og lag: Thorbjørn Egner
Týtt: Eyðun Johannesen

Tá tú piparkøkur bakar,
sakar einki, um tú blakar
alt í eina stóra grýtu:
fyrst eitt kil’ av margarin,
so skal bráðna henda evja,
og tað næsta, vit nú krevja,
er við sleivini at vevja
eitt heilt kilo av farin.

Og lat smør og sukur bráðna.
Men statt ikki har og gána,
átta eggjareyðarreyðar
og eitt kil’ av hveitimjøl’.
Síðst í grýtuna tú ripar
eina lítla skeið av pipar,
og so melur tú tað runt
og tømir alt á eina fjøl.

FavoriteLoadingGoym tekstin