Tá tungir gerast dagar

Mikkjal á Ryggi
Orð: Mikkjal á Ryggi
Lag: Páll Ísólfsson

1. Tá tungir gerast dagar,
og sorgir herja á,
minst til at leita hagar,
sum hjálp er best at fá,
til hans, sum alvald hevur,
sum øllum unnar best,
sum troyttum hvílu gevur
og vónarleysum treyst.

2. So blídliga hann kallar
á hvørja troytta sál:
Eg lætti byrðar allar,
eg leiði teg á mál;
her kanst tú fáa linna
og kasta sút og sorg;
her kanst tú sælu finna
og heim í míni borg.

3. Vil verðin at tær hótta,
tíns faðirs vald er vist.
So hav tá ongan ótta,
men lít á Harran Krist;
hans lyfti ikki grettur,
hann rekur ongan frá,
hann ongan gloymir eftir.
O, kanst tú stúra tá!

4. Nei, glaður eg nú síggi
í kærleiksdýpið inn.
Burt illir andar flýggið,
tit nívdu sárt mítt sinn!
So lítil sum eg eri,
eg hvíli í Guðs hond,
eg ongan ótta beri,
trygg kennir seg mín ond.

FavoriteLoadingGoym tekstin