Tá var tað jól

Orð: Petur William Háberg
Lag: Petur Háberg Jacobsen

Ein roykur av grann og av køkum
Av gás sum er farin inná
Hann dregur so klárt fram í huga
Barndómsins friðsælu tíð

Tá lagt var í ovnin í stovu
Og kavafonn foldina fjól
Og kerta var tendrað í glugga
Tá var tað, tá var tað jól

Tá børnini settust við borði
Og faðir við borðsendan sat
Og altíð hann áðrenn vit ótu
Skaparan tøkk fáa lat

Og hon sum var sálin í øllum
Sum arbeiddi stríddist og sleyt
Hon skapti í heiminum sólskin
Tagdi um mangt mangan neyt

Takk takk gamla heim fyri minnið
So rík og so dýr fyri meg
Burt fúna slátur og borgir
Metast tey saman við teg

Og vildi eg lønt tykkum aftur
Var ivaleyst tykkara bøn
Ber tú hendan kærleik til onnur
Tað okkum er ivaleys løn

Tá var tað – tá var tað jól

FavoriteLoadingGoym tekstin