Tá veikur, syndatyngdur eg troyttur fall á knæ

Orð: Johnson Oatman
Lag: Bertha Mae Lillenas
Týtt: Hákun Djurhuus
Upprunaheiti: Jesus took my burden

1. Tá veikur, syndatyngdur eg troyttur fall á knæ,
og har í Jesu navni um fyrigeving bað,
tá mína bøn hann hoyrdi, og skjótt eg fríur varð,
tí byrðina tók Jesus og nýggjan song gav mær.

Niðurlag: Ja, byrðina tók Jesus, og sálin hvílu fann,
ja, byrðina tók Jesus ta stund, eg leit á hann,
burt svunnu synd og ótti, eg endurføddur varð,
tí byrðina tók Jesus og nýggjan song gav mær.

2. Tá vegurin var trongur, og illgongd var mín leið,
í svørtum syndamyrkri mín fótur mangan gleið,
í míni neyð eg rópti: Kom, Gud, og ver mær nær!
Tá byrðina tók Jesus og nýggjan song gav mær.

3. Tá sorgin hjartað píndi, og ivin nívdi meg,
mær ov tung byrðin kendist, og vónleysur var eg,
ein rødd so blíð kom til mín: Eg syndir tínar bar,
tá byrðina tók Jesus og nýggjan song gav mær.

FavoriteLoadingGoym tekstin