Tá eg við krossin syndatyngdur stóð

Orð og lag: Ókend/ur
Týtt: Øssur Berghamar

1. Tá eg við krossin syndatyngdur stóð,
frelstur eg varð ígjøgnum Kristi blóð.
Har fann eg frið, mín sál fekk trygga grund,
akker í lívi og í deyðans stund.

2. Merktur av synd og uttan mál og mið
livdi eg uttan Kristus, uttan frið,
men tá eg knústur stóð við krossins fót,
fekk eg í Kristi blóði heilsubót.

3. Loystur eg varð – mær birtist lívið nýtt.
Ein nýggjan sang eg fekk í hjarta mítt.
Nú fram mót Himli syngur sál mín fró
sangin um Jesus og hans dýra blóð.

FavoriteLoadingGoym tekstin